Tala

Eru sosialir miðlar sosialir? Tað eru tað nógv sum ikki vilja vera við, og spurningurin er, hvørs teir nakrantíð kunnu betra um okkara sosialu savningarmegi. Við Faroevision verður alt vent á høvdinum. Hetta verður ein veruligur sosialur miðil, hóast hann als ikki er líka sum teir sosialu miðlar, sum tit øll kenna til. Faktiskt minnur hann helst meira um ein traditionellan miðil við haldarum, eins og Sosialurin ella Frihedsbrevet. Faroevision er tó eisini heilt øðrvísi enn hesir miðlar. Lurta við.

Endamálið við Faroevision er:

  • At vera ein miðil, sum í størst gjørligan mun er rikin av tess haldarum.
  • At veita – umvegis lutakasti – ein javnan møguleika til øll at gerast luttakarir og harvið koma við sínum ískoyti til innihald og bygnaða av miðilinum.
  • At savna ein fjølbroyttan skara av fólki til samstarv.
  • At styrkja um nærmentan og mentanarskapan.


Hvussu er Faroevision uppbygt? At byrja við er tað bara eg, Rúni, í leiðsluni; og eg forklári eitt sindur meira um mína rollu um eina løtu.

Annars eru tað 8 luttakarir sum manna nevndina. Teir eru tit! Hvussu tá? Jú, hvørja viku verður drigi lut ímillum haldarnar av Faroevision, sum vilja vera við í lutakastinum um at sleppa við í nevndina. Fyri meg er tað av alstórum týdningi, at ein og hvør hevur eins góðan møguleika at vinna lutakasti, óansæð sannførslu, átrúnaða, húðarlit, seksualitet, samleika, kropsligar avbjóðingar, sálarligar avbjóðingar, fíggjarliga støðu… o.s.fr.

Og hvat er nevndin? Nevndin stendur fyri skipanini av øllum tilfari. Er talan um stuttfilmar? kjak? tíðindasendingar? Tað er heilt upp til tykkum. Vit hava eisini eina skipan at bjóða sjálvboðin at hjálpa til við tilfari og øðrum, umframt eina skipan, har fólk kunnu skriva inn við uppskotum um tilfar.

Fyri at halda uppá okkara grundvirðir er tað týdningarmikið, at fólkini í nevndini hava møguleika at broyta nevndina og sjálva skipanina. Tað ber t.d. til at atkvøða ein persón úr nevndini, um ein meiriluti er fyri tí. Har kunnu vera ymiskar orsøkir til at atkvøða ein persón út; m.a. um hann ger for lítið til nyttu, happar, fremur sabotasju ella okkurt annað. Um ein persónur verður atkvøddur út hevur hann tó høvi at tala sína sak, áðrenn atkvøtt verður av nýggjum. Um persónurin verður atkvøddur út báðar ferðir verður hann burturvístur úr nevndini, og lutakast verður drigið eftir nýggjum luttakara.

Nevndin kann eisini atkvøða um, hvussu ið lutakastið verður framt.

Men hvat fært burturúr at luttaka? Við at luttaka í Faroevision hevur tú møguleikan at vinna tær vinir fyri lívið. Tú hevur jú møguleika at vera nógv saman við nýggjum fólki og arbeiða beinrakið ímóti einum endamálið, har kreativiteturin kann blomstra.

Eg geri alt fyri at okkara luttakarir hava tað stuttligt og tíma at koma aftur. Tað er nemliga eisini høvi hjá øllum at hjálpa til sjálvboði – óansæð um tey gjalda fyri hald ella ikki – og vit vænta harvið at skapa eitt gott ítriv til fólk sum kanska ikki hava so nógv annað at fylla dagin hjá sær við.

Tú hevur møguleika at royna teg við ymiskum ókeypis/bíligum forritum til at skapa tilfar við. At byrja við er talan um DaVinci Resolve til filmsframleiðslu og Reaper til tónleikaframleiðslu, men kom enduliga við uppskotum um onnur forrit! Tit læra eisini nógv av tilgongdini at arbeiða saman við øðrum til at skapa nakað nýtt.

Faroevision gevur tær góðan møguleika at vísa fólki tað, ið tú ynskir, um tað so er kjak, sjónleik, list, vitanardeiling, vísa dagligdagin ella annað.

Eg minnist sjálvur hvussu nógv eg í mínum yngri døgum elskaði at filma og klippa tilfar, skapa elektroniskan tónleik og so at vísa tað fyri øðrum. Um eg skal vera heilt erligur dugdi eg ikki serliga væl, men tað var helst ikki orsøkin til at eg steðgaði. Eg haldi heldur orsøkin var, at tað var tungt at skula læra alt hetta her sjálvur; eg hevði ikki nakran felagsskap við fólki við somu áhugum sum eg, og eg dugdi illa at finna nakran. Vit hava nógvar felagsskapir her í Føroyum sum binda teirra formellu og óformellu limir tætt saman, um tað so er innan trúðarfeløg, ítrott, politikk ella annað, men eg dugi ikki at síggja nakran felagsskap, sum er líka læruríkur og bindur alt saman á sama hátt, sum eg veit at Faroevision fer at gera.

Eg ætlaði eisini at forklára um samfelagsliga týdningin av Faroevision; hvussu tað er við til at styrkja um nærmentanina og mentanarskapan, umframt hvussu felagið fullkomuliga desentraliserar miðlavaldið, men hetta er alt í so langt longu, so hatta kanst tú sleppa at hugleiða um.

Við Faroevision hevur tú møguleika at vinna tær pengar. Tú fær 5% av vinninginum í tíðarskeiðinum har tú luttekur.

Vit royna sjálvandi at halda Faroevision bíligt, soleiðis at øll hava møguleika at luttaka. At byrja við opna vit eina deild í Tórshavn, har prísurin fyri hald er 39 kr. – ella møguliga 29 kr. – um mánaðin. Tað vil eisini siga, at um t.d. 2000 fólk bera mánaðarligt hald í 8 vikur fyri 39 kr., kann ein vinna sær 7.800 kr í A-inntøku; ikki so galið fyri 8 vikur í einum – so at kalla – fríðtíðarítrivi.

Ok, tað er eitt sindur meira innviklað enn so í praksis – helst hjá teimum sum eru við frá byrjan – tí at talið av haldarum allarhelst ikki kemur at standa í stað. Her er eitt meira ítøkiligt dømi uppá, hvussu ein løn kann síggja út.

Vikuløn = 39 x H x 0,05/4

Vika

1

2

3

4

5

6

7

8

Haldarir

50

250

400

700

1000

1800

2500

4500

Vikuløn

24,5 kr

122 kr

195 kr

341,5 kr

487,5 kr

877,5 kr

1219 kr

2194 kr

Samlað

løn

24,5 kr

146,5 kr

341,5 kr

683 kr

1170,5 kr

2048 kr

3267 kr

5461 kr

Vikuløn = 29 x H x 0,05/4

Vika

1

2

3

4

5

6

7

8

Haldarir

50

250

400

700

1000

1800

2500

4500

Vikuløn

18 kr

90,5 kr

145 kr

254 kr

362,5 kr

652,5 kr

906,5 kr

1631,5 kr

Samlað

løn

18 kr

108,5 kr

253,5 kr

507,5 kr

870 kr

1522,5 kr

2429 kr

4060,5 kr

Men hvussu koma vit í gongd? Vit hava tørv á 8 persónum at byrja í senn, soleiðis at vit kunnu fáa hjóli at rulla. Fyri tey fyrstu er møguleiki at vera í nevndini í minsta lagi 8 vikur og upp til 15 vikur, ann uppá hvussu leingi restin vil vera í nevndini, og hvussu eydnan við lutakastinum er. Lutakast er altso um, hvør skal fyrst, næst, trið o.s.v. úr, men øll tey fyrstu fáa altso í minsta lagi 8 vikur av luttøku. Tað verður væntað at man er virkin 10 tímar um vikuna, men tað verður ikki eyðgleitt.

So ja, tað eru 8 luttakarir sum vit hava brúk fyri av fyrstani tíð, og eg havi valt at givið tær møguleikan at vera við. So her er títt innbjóðilsi.