Fái eg løn sum nevndarlimur?
Ja! Allir limirnir í nevndini deilast um eina felags akkord løn. Tú fært 5% av vinninginum hjá deildini fyri vikuna. T.v.s. at um deildin hevur 1000 haldarar sum gjalda 29 kr. 4. hvørja viku vinnur tú tær 362,5 kr. fyri ta vikuna. Samlaða lønin verður goldin eftir loknað luttøku. Fyri eina meira nágreiniliga lýsing, vitja https://www.faroevision.com/lon.
Hvussu eru arbeiðstíðirnar?
Tað er tær heilt frítt at avgera nær tú arbeiðir. Tað týdningarmiklasta er, at tú vísir fyri restini av nevndini, at tú arbeiðir; tey kunnu jú treytaleyst burturbeina teg. Faroevision eggjar nevndarlimum til ikki at hava blint álit á hvørjum øðrum. Vegleiðingar til at prógva eins arbeiði eru at finna á https://www.faroevision.com/vegleidingar.
Hvat fyri tilfar kann eg skapa sum nevndarlimur?
Sum redaktørur stendur tað tær og tíni deild frítt, hvat fyri tilfar tygum ynskja at útgeva, so leingi tilfari er innan lógarinnar karmar. Uttan so at talan er um tíðindasending, skulu hini í nevndini tó hava atgongd til tilfarið í 24 tímar áðrenn tað verður útgivið og kunnu klaga um tilfarið. Hetta kann føra til dagføringar ella burturbeiningar av tilfarinum.
Hvussu leingi eri eg nevndarlimur?
Um tú kemur inn ígjøgnum lutakast ert tú limur í 8 vikur. Um tú ert við til at stovna nýggja deild ert tú og tínir samskiparir í nevndini í minst 8 vikur. Eftir hetta verður lutakast drigið um hvør verður útskiftur fyrst, næst, trið o.s.fr.
Hvat er munurin á einum aktivum haldara og einum passivum haldara?
Bæði aktivir og passivir haldarir hava atgongd til sama tilfar fyri sama prís. Munurin er, at tann aktivi haldarin eisini er við í lutakastinum um at luttaka; T.v.s. gerast limur í deildsins nevnd. G.G! Tað ber bert til at vera aktivur haldari av einari deild í senn.
Kunnu nevndarlimir útvísast?
Ja! Ein meiriluti av nevndini kann treytaleyst útvísa ein nevndarlim. Leiðslan og yvirdeildir kunnu bert útvísa ein nevndarlim, um prógv eru fyri at viðkomandi hevur framt brot á lógina ella samtykkisskjalið. Ein útvístur nevndarlimur fær enn løn fyri sína tíð í deildini.
Hví eru prísmunir á deildum?
Faroevision metur prísirnar eftir, hvussu stórt avkast deildin kann geva. Ein deild, sum metist hava lítlan áhuga ímillum fólki kann kosta niður í 9 kr. um mánaðan, ímeðan ein sum metist hava stóran áhuga ímillum fólki kann kosta meira. Hetta er ikki bert til frama fyri felagið, men eisini fyri luttakarirnar, sum fáa felags akkord løn (sí https://www.faroevision.com/lon). Faroevision strembar tó altíð eftir at halda prísin lágan, soleiðis at øll - óansæð fíggjarliga støðu - hava møguleika at gerast nevndarlimir.
Skal eg vinna lutakastið fyri at kunna luttaka?
Ja og nei. Fyri at gerast nevndarlimur skalt tú vinna lutakastið, men øll eru vælkomin at bjóða seg til sum sjálvboðin. Tú nýtist ikki eingongd at bera nakað hald fyri at taka lut sum sjálvboðin. Tó fært tú ikki løn, kanst ikki vera redaktør og kann ikki taka lut í atkvøðugreiðslum. Nevndir skulu eisini lýsa eftir sjálvbodnum, so tað er ikki neyðturviliga altíð tørvur á hjálp.
Kann eg keypa mær ein nevndarsess?
Nei! Hetta gongur ímóti kjarnuni av virðunum hjá Faroevision. Faroevision skal altíð vera ein pallur fyri øll í nærumhvørvinum; ikki bert tey við valdi av ymiskum slag. Tó kanst tú skipa tína egnu deild so leingi sum deildin uppfyllur krøvini í https://www.faroevision.com/stovna-deild.
Skal eg búgva eitt ávíst stað fyri at kunna taka lut?
Nei. Um tú t.d. býr í Runavík kanst tú saktans luttaka í Faroevision Hoyvík. Heiti á deildunum vísur á, at eitt savningarstað skal vera í tí økinum; ikki hvørs onnur uttanfyri øki sleppa við.
Eri eg noyddur at framleiða tilfar sum nevndarlimur?
Eitt lítið sindur. Tað einasta kravið er, at man tekur eitt stutt filmsbrot (10s - 5m) av sær sjálvum, har ið man forklárar eitt sindur um seg sjálvan. Hóast Faroevision er ein miðil er tað rættiliga frítt hvussu man arbeiðir. Í prinsippinum kann títt arbeiði vera at gera mat til restina av nevndini. Faroevision er altso eisini fyri fólk, sum ikki føla seg serliga væl frammanfyri einum kamera.
Eg havi ein annan spurning
Um tú enn hevur spurningar ert tú vælkomin at kontakta Faroevision á info@faroevision.com ella +298 268894. Svara verður frá 9:00 - 12:00 mán-frí.